• PDF

Tiltøk 2006 til 2010

Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2013, tíverri mangla nógv tiltøk!

Tiltøk í 2006

25. januar 2006

Sungu á Dimmalætting til »Ársins fløgu«, »Ársins ítróttarbragd« og »Ársins føroyingur«.

26. januar 2006

Konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni

1. apríl 2006

Veitsla í hølinum hjá Føroya Ríðingarfelag har Blackbirds spældu

23. apríl 2006

Povl Dissing, Benny Andersen og Manskórið í Norðurlandahúsinum. Manskórið hevði øvað áðrenn teir báðir komu til Føroyar, og saman við teimum báðum úrmælingunum øvaðu vit fleiri ferðir. Her eru nakrar myndir úr Norðurlandahúsinum, og í millum myndirnar er ein stuttlig heilsan frá Benny Andersen og Povl Dissing.

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

10. mai 2006

Sungu og kvóðu vit fyri norðurlendskum lærarum á Læraraskúlanum

20. mai 2006

Leygarkvøldið 20. mai 2006 sungu vit fyri Pensionistafelagnum í Havn. Tiltakið var uppi í B.36 húsinum, og vit skuldu syngja um hálvgum níggju tíðina, vit sungu hesar sangirnar, sum eisini blivu brúktir á Læraraskúlanum: »Nú andar suðri sæla«, »Kom du ljuva hjärteven«, »I østen stiger solen op«, »Sangerhilsen«, (Regin smiður?) og »Jeg vil mig Herren love«.

25. mai 2006

Sungu við Vox Femina, kvinnukór úr Svøríki, í Gøtu kirkju

27. mai 2006

Sungu við Vox Femina í Vesturkirkjuni

6. juni 2006

Týsdagin ella rættari týskvøldið 6. juni 2006 kl. 20:30 sungu vit fyri einum brúðarpari á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn. Tað er soleiðis, at tað er blivið modernað at giftast har dato, mánaðin og ár hava somu ciffur, og soleiðis var tað eisini her: null sex, null sex og aftur null sex. Tað var dóttir Oddvør Skarðhamar sum fyrr um dagin bleiv vígd, og vit høvdu játtað at syngja hesar sangir fyri brúðarparinum: »Matlepin«, »Kom du ljuva hjärteven«, »Dýrd á vík og vág«, »Kom drekki vínreyða skál við mær«

24. juni 2006

Konsert í Hattarvíkar kirkju. 35 áhoyrarar (myndir)

24. juni 2006

Konsert í Svínoyar kirkju. 40 áhoyrarar

10. juli 2006

Summartónar í NLH. 40 áhoyrarar kl. 14. 80 áhoyrarar kl.16

16. september 2006

Leygarkvøldið 16. september sungu vit úti á Læraraskúlanum, har tjóðveldisflokkurin hevði eitt trýss ára minningarhald í samband við fólkaatkvøðuna í 1946. Teir høvdu heitt á okkum um luttaka við nøkrum mergjaðum sangum, og vit sungu hesar mergjaðu sangirnar: »Regin smiður«, »Boðar tú til allar tjóðir«, »Føroyar mítt land« og »Jeg vil mig herren lofve«. Annars hevði tiltakið eina áhugaverda og, til tíðir, skemtiliga skrá: 1) Høgni Hoydal bjóðar vælkomin. 2) Annfinnur í Skála hevur fyrilestur um fólkaatkvøðuna. 3) Jóannes Jacobsen og vinfólk spæla. 4) Karl Johan Jensen lesur. 5) Annlis Bjarkhamar heldur røðu. 6) Tórshavnar Manskór (steðgur) 7) Bergljót av Skarði um fólkaatkvøðuna. 8) Marna Jacobsen heldur røðu. 9) Jóannes Nielsen lesur yrkingar. 10) Kári Sverrisson spælur. 11) Tórbjørn Jacobsen heldur røðu. Vit endaðu øll við tjóðsanginum.

16. desember 2006

Leygardagin 16. desember 2006 kl. 11:30 var jólamatine í Havnar Kirkju. Sum vanligt sluppu vit at vera við við hesum sangum: 1. Ave Maria 2. Agnus Dei 3. Stemning 4. White Christmas 5. Gleðilig jól. Solistar vóru Andrias Reinert, Peter H. Niclasen og Berghild Poulsen.

21. desember 2006

Jólakonsert í Müllers Pakkhúsi við kakao og holukøkum

22. desember 2006

Jólahugni í Havnar Klubba

24. desember 2006

Jólahald á Lágargarði.

 

Tiltøk í 2007

3. februar 2007

20 ára jubileumskonsert við fullsettum Norðurlandahúsi. (myndir)

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

3. februar 2007

20 ára jubileumsveitsla í B36-húsinum.

16. mars 2007

Fríggjakvøldið 16. mars 2007 kl 21:30 sungu vit í Müllers Pakkhúsi fyri starvsfólkum á býráðnum. Vit sungu hesar sangirnar: »Kvæði fremsta framtakskappa landsins«
»Føroyar mítt land«, »Ave Maria«, »Tell me why«, »Tú ert so deilig«.

17. mars 2007

Fløguupptøka

Leygarkvøldið 17. mars 2007 kl 20:30 sungu vit á matstovuni »Gourmet«. Hetta var eitt tiltak sum var fyri starvsfólkunum hjá bilasøluni »Ivan Johannesen«, vit vóru bidnir at syngja beint aftaná forrættin. Vit sungu eina lítla løtu - ikki ov langa - so gestirnir kundu sádna forrættin, og tey sum enn vóru svang skuldu ikki líða neyð av maktarsloysi. Vit sungu: »Tú ert so deilig«, »Poor man Lazarus«, »Nú andar suðrið sæla«. Solistar vóru Tór Verland Johansen, Peter H. Niclasen og Andrias Reinert.

21. mars 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni

22. mars 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni.

24. mars 2007

Hugnakvøld í Bygdarhúsinum í Leirvík.

7. mai 2007

Ársaðalfundur

10. mai 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Stemning, Jeg vil mig Herren lofve)

7. juni 2007

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Páskamorgun, Prúða land)

25. august 2007

Leygarkvøldið 25. august 2007 sungu vit til eina gallaveitslu uppi í ítrottarhøllini á NABB, tað var Føroya Sparikassi, sum helt sín 175 ára føðingardag. Vit vóru við sum kór, men vit høvdu fingið aðrar uppgávur eisini. Til dømis vóru vit bidnir at syngja onkran nýggjan sang, sum Heri Nolsøe hevði skrivað til høvið, og Kim Hansen spældi klaver til hann. Starvsfólkini í Sparikassanum vóru øll í stívasta puss, og tað vóru vit so sanniliga eisini, tí vit vóru allir í føroyskum búnum. Vit stóðu á einari scenu við glasbúrið mitt fyri. Vit sungu sum nevnt ein hjá Hera Nolsøe, nakrar vanligar sangir og sum rosinan í pilsuendanum sang Tór Verland Johansen »Tú ert so deilig« saman við okkum, og tað var sera væl fagnað av øllum gestunum.

2. desember 2007

Karlakór Reykjavíkur hevur 2 konsertir í Vesturkirkjuni - Tórshavnar Manskór luttekur. Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.kkor.is

21. desember 2007

Jólahugni í Havnar Klubba

22. desember 2007

Jólamatiné í Havnar Kirkju

24. desember 2007

Jólahald á Lágargarði.

 

Tiltøk í 2008

7. februar 2008

Fløguupptøka í Vesturkirkjuni (Prúða land)

11. februar 2008

Ársaðalfundur

21. februar 2008

Hóskvøldi tann 21. februar 2008 vóru vit í Vesturkirkjuni og tóku upp á band, sum tað eitur, men í grundini tóku vit upp á eina farteldu, og í millum telduna og mikrofonirnar høvdu vit eitt rættiliga gott interface. Mikrofonirnar og interfacið eigur Manskórið, og tað bleiv brúkt til hvørja upptøku hjá okkum.

5. apríl 2008

Ársveitsla í hølunum hjá Starvsmannafelagnum

27. apríl 2008

Konsert í bygdarhúsinum í Húsvík. 35 áhoyrarar

4. mai 2008

Sunnudagin 4. mai 2008 høvdu vit konsert í Müllers Pakkhúsi. Tað var av eini hvørjari orsøk sera torført at fáa lýsing í Útvarp Føroya, og fyri ikki at siga ómøguligt at koma við í morgunsendingina hjá útvarpinum, so okkara redningur varð, at vit fingu portalin at skriva um konsertina nakrar tímar áðrenn konsertina, og tað riggaði væl, so mikið væl, at har møttu einir 90 áhoyrar. Skráin til konsertina var henda:

17. mai 2008

Konsert í Svínoy. 35 áhoyrarar

21. august 2008

Konsert saman við Sønderborg Mandskor í NLH (Klingruni). Her er eitt link til heimasíðu teirra: www.mandskoret.dk

28. september 2008

Sunnudagin 28.september kl. 19:30 høvdu vit konsert í Sandavágs kirkju. Tórshavnar Manskór hevur roynt at sungi úti á teim smærru og størru bygdunum í Føroyum, sum td. Skúvoy, Húsavík, Húsum, Nólsoy, Mikladali og so framvegis. Hesuferð var túrurin komin at vitja Vágarnar enn einaferð, men vit høvdu so ongantíð roynt kirkjuna hjá Magnus á Kamarinum í Sandavági fyrr. Til konsertina vóru einir 80 áhoyrarar møttir. Skráin var henda:

A picture

30. november 2008

Fyrsta sunnudag í advent tann 30. november 2008 sungu vit í Kvívíkar kirkju í umleið ein heilan tíma. Kirkjuráðið við Grækaris Joensen og presturin Teodor Olsen skipaði soleiðis fyri at eftir inngangsbønina vildu teir hava okkum at syngja nakrar sangir, síðani segði Heri Joensen nøkur orð. Ikki eina heila prædiku, bert einar fimm minuttir. Síðani sungu vit aftur, og tað bleiv endað við einari útgangsbøn. Einir 70 áhoyrarar vóru møttir.

7. desember 2008

Jólakonsert saman við Eystanljóð og Eivør í Gøtu kirkju. 400 áhoyrarar

7. desember 2008

Jólakonsert saman við Eystanljóð og Eivør í Vesturkirkjuni. 1000 áhoyrarar

14. desember 2008

Jólakonsert í Christianskirkjuni við Klaksvíkar Hornorkestri. 400 áhoyrarar

19. desember 2008

Jólahugni í Havnar Klubba

20. desember 2008

Jólamatine í Havnar Kirkju

24. desember 2008

Jólahald á Lágargarði.

 

Tiltøk í 2009

26. januar 2009

Ársaðalfundur

21. januar 2009

Mikukvøldi 21. januar 2009 kl 20:30 sungu vit á Blindastovninum fyri Sigmund í Dali. Sigmundur í Dali hátíðarhelt sín 90 ára dag á Blindastovninum, har vit sungu sjey íslendskar og føroyskar sangir. Tað var mikið hugnaligt, og eg haldi at Sigmundur var glaður fyri sangin, sum var føðingargávan frá børnunum til pápa teirra.

29. januar 2009

Hósdagin 29. januar 2009 kom bókin, sum Heri Kragesteen hevur stríðst við í fleiri ár, út. Í bókini eru gamlar frásagnir um ymisk viðurskiftir í Havnini, sum hevur siðsøguligt virði, sum Heri vildi hava út í bók. Til høvið sungu vit tríggjar sangir »Tjarnareyga«, »Stemning« og »Love me Tender« har Egon Hansen sang solo. Tiltakið ella bókaútgávan var í Posthúskjallaranum klokkan fýra, og vit sungu klokkan 16:20 allir pent ílætnir.

7. februar 2009

Ársveitsla í AB-húsinum.

24. apríl 2009

Fríggjakvøldi 24. apríl 2009 vóru vit bidnir um at syngja úti í Tólvthøllini í Havnadali. Tað var Atlantic Airway, ið hevi biðið okkum um at syngja til eitt tiltak teir høvdu har beint eftir ein fund í nevndini. Til høvið høvdu teir sett eitt stórt telt upp í Tólvthøllini har vit sungu »Ódn«, »Jeg vil mig Herren love«, »Sommarpsalm« og »Poor Man Lazarus«. Tað ljóðaði sera væl í teltinum. Vit vóru í føroyskum búna, og vit hitaðu upp í Skúlanum á Trøðni kl 20:30.

16. mai 2009

Fóru vit eina útferð til Suðuroynna at syngja fyrst og fremst. Vit sungu á seglhúsloftinum.

17. juni 2009

17. juni er tjóðardagurin hjá íslendingum, og í tí sambandi varð heitt á okkum um at syngja. Fríggjadagur var og kl. 17:15 sungu vit nakrar íslendskar sangir og sjálvandi eisini tjóðsangin hjá teimum. Úti á fløtuni á Frælsinum vóru telt sett upp, har man kundi fáað sær bollar, kaffi ella pylsur.

25. september 2009

Fríggjadagin 25. september 2009 kl 16:30 vóru vit settir rættiliga upp á prøva, tí Norðurlandahúsið hevði givið innivist fyri »vinnudagnum« har røður blivu hildnar og leiðarar bliv kosnir, og í tí sambandi skuldi vit uttan at nakar visti av tí koma inn og syngja »Fast stóð í fonnum« sum bleiv gjørdur til høvið, og sum vit høvdu øvað í fleiri dagar. Vit vóru yvir tjúgu mans, og tað ljóðaði væl úr vestara hjørni í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Onkur helt at vit skuldu sungið fleiri sangir.

14. november 2009

14. november 2009 sungu vit til veitslu hjá Effo, sum bleiv hildin uppi á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Vit sungu fýra sangir umleið kl. 21:15, og tað gekk vist ikki so galið. Andrias sang solo í »Poor Man Lazarus«, meðan Kenneth spældi guitar í »Eg minnist úr gomlum søgum«.

28. november 2009

28. november 2009 sungu vit eftir áheitan frá Býráðnum í Havn undir jolatrænum á Tinghúsvøllinum. Tiltakið var sett til kl. 16:00, har Heðin Morensen fyrst skuldi halda røðu, síðani skuldi jólamaðurin, sum bleiv lorðaður niður úr stigabilinum hjá Brandstøðini, tendra jólatræið. í samráð við Ingigerð á Trøðni stóðu vit har tað hoyrdist best. Tað var bítandi kald tann dagin, men tað hoyrdist og ljóðaði væl.

6. desember 2009

Jólakonsert saman við Ursula Bambuch og Peter H. Niclasen í Vesturkirkjuni. 450 áhoyrarar

12. desember 2009

Upptøka av jólakonsert í Vesturkirkjuni til Útvarpið

18. desember 2009

Jólahugni í Havnar Klubba

19. desember 2009

Jólamatine í Havnar Kirkju

22. desember 2009

Týsdagin tann 22. desember kl.14:00 sungu vit í kantinuni á Dimmalætting. Tað var Terje Nielsen, sum hevði biðið okkum syngja fyri starvsfólkunum á Dimmalætting. Vit vóru væl mannaðir og teir fingu nakrar føroyskar jólasangir og onkran sang á latíni, - tað ljóðaði væl í kantinuni. Bygningarnir hjá Dimmalætting blivu stutt eftir seldir til Nærverkið.

Her eru nakrar myndir úr kantinuni á Dimmalætting 22. desember, sum Kjartan Madsen hevur tikið.

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

24. desember 2009

Jólahald á Lágargarði. 

 

Tiltøk í 2010

15. januar 2010

Sungu vit í Listaskálanum til eitt tiltak, sum Mentamálaráðið skipaði fyri. Tað vóru tey bæði Kári p. og Laura Joensen, sum blivu heiðrað fyri teirra listaligu gávur. Til høvið spældu vit sangin »Skygni« hjá Kára p. soleiðis, sum hann eigur at spælast: við trummum (Jónleif Jensen), guitar (Leivur Thomsen), bassguitar (Kolbein Simonsen), saxofon (Oddur Hentze), solosang (Fróði Sandoy) og annars vit. Tað gekk rímuligt, ÚF var har og sendi beinleiðis, tað kundi verið verri, men eisini betri. Tá fólk komu spældi Árni Hansen í einar 15 minuttir løg hjá Kára p.

10. apríl 2010

10. apríl 2010 sungu vit í Skálanum í Klaksvík. Høvið var at ísak Mikladal helt sín trýss ára føðingardag har, og vit vóru bidnir at syngja, og tað gjørdu vit. Vit vóru einir 12 mans, sum møttust við Norðurlandahúsið, har vit fyltu nakrar bilar og koyrdu so til Klaksvíkar har vit kl 22:30 sungu nakrar sangir fyri Ísak og føðingargestunum, og eftir ein drekkamunn ella eina øl fóru vit aftur til Havnar.

16. mai 2010 kl. 19.30

Konsert í Müllers Pakkhúsi, Tórshavn

Konsertskráin sæst her:

A picture

19. mai 2010 kl. 19.30

Ársveitsla í AB-húsinum

25. mai 2010 kl. 19.30

Koncert i Samuelskirken, København

26. mai 2010 kl. 19.30

Koncert i Sorø Klosterkirke, Sorø.

27. mai 2010 kl. 19.30

Koncert i Christianskirken, Fredericia

28. mai 2010 kl. 20.00

Koncert i Alsion, Sønderborg

29. mai 2010 kl. 15.00

Felagskonsert í konsertsalinum í Alsion, Sønderborg, har øll manskórini sum vóru við til stevnuna, sungu nakrar felagssangir saman við Danfoss-orkestrinum. Millum aðrar bleiv »I Danmark er jeg født« sungin. Fyrr um dagin fóru øll manskórini í skrúðgongu inn í miðbýin í Sønderborg, har røður vórðu hildnar. Síðani fóru kórini hvør sær ymsastaðin í býnum fyri at syngja nakrar sangir, vit sungu Regin Smið meðan Fróði Sandoy stjórnaði. Tað gekk væl.

Myndir frá Danmarkartúrinum

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

5. juni 2010

Á noroyðarstevnu tann 5. juni sungu vit í Klaksvík. Tað var enn einaferð Jógvan Andrias, sum heitti á okkum um at syngja við ellivutíðina um kvøldi har sum felagssangurin tey síðstu árini hevur verið. Vit sungu einsamallir í einar 20 minuttir intil klokkan bleiv tólv, og tá tóku vit undir við felagssanginum í eina løtu, inntil bussurin hjá okkum skuldi aftur til Havnar. Tað var gott lag í bussinum aftur til Havnar.

9. juni 2010

Mikudagin 9. juni kl. 12:30 høvdu vit eina mini konsert úti á molanum í Havn. Tórshavnar Havn hevði biðið okkum syngja í samband við at Cruise-skip á fyrsta sinni var á Havnini. Tað gjørdu vit so aftanfyri Schengenhegnið mitt í arbeiðstíð. Vit sungu einar fimm »Fortefortissimo« sangir fyri skipinum og einari broyt, sum flutti containarar. Eitt sindur illa fyriskipað! Gott at vit ikki vóru í føroyskum búna!!!

12. juni 2010

Leygarkvøldi 12. juni 2010 sungu vit í Norðurlandahúsinum til eitt tiltak hjá Bank Nordic.

19. juni 2010

Gjørdi Tórshavnar Manskór eina útferð til Mykinesar. Í Mykinesi var ein mentanarstevna har millum annað varð lýst við Kirkjukonsert í Mykinesi, og at sangarindurnar Lív Dam og Joanna Johansen sungu ymsastaðni í bygdini. Har var eisini lýst við føroyskum dansi. Í hólmanum var sjónleikur framførdur, meðan tað við brúnna til Hólman var mótashow. Uppi við minnisvarðan var fólkafundur har Steinbjørn B. Jacobsen helt røðu. Eftir áheitan frá fyriskiparunum av stevnuni, luttók Tórshavnar Manskór á fólkafundinum við minnisvarðan, og á mótashowinum við brúnna til Hólman, og vit luttóku eisini við eini konsert í Kirkjuni, sum var stúgvandi full.

21. august 2010

21. august var stór konsert í ítróttarhøllini í Klaksvík fyri Hanus G. Johansen. Jógvan Andrias og Rudolf Joensen skipaðu fyri at fáa Tórshavnar Manskór við til tiltakið. Konsertin byrjaði kl 20:30, og vit sungu » Marita« og »Saknur« "a cappella", tað vil siga uttan instrument, og tað riggaði vist væl. Í »Saknur« var Fróði Sandoy solistur. Vit høvdu ein góðan busstúr heim um náttina.

22. august 2010

22. august helt Kári p. trýss ára føðingardag í Sjónleikarhúsinum í Havn. Sjálvt um vit høvdu sungið fyri Hanusi G. í Klaksvík dagin fyri, so vóru vit í Sjónleikarhúsinum og sungu »Skygni« fyri Kára p. Fróði Sandoy var solistur, og Árni Hansen spældi klaver.

7. november 2010

Sunnudagin 7. november kl. 11:00 sungu vit til eina Guðstænastu í Hoyvíkar kirkju. Oddvør Johansen hevði spurt okkum um vit kundu syngja tveir sangir, og tað gjørdi vit. Tað ljóðaði vist helt væl har sum vit stóðu.

5. desember 2010

5. desember kl. 19:30 høvdu vit okkara vanligu jólakonsert úti í Vesturkirkjuni, og til hetta høvið, høvdu vit fingið Ernst Sondum Dalsgarð at vitja Tórshavnar Manskór. Hann sang nakrar sangir sjálvir saman við Bjarna Restorff upp á klaver, og nakrar sangir saman við manskórinum. Vit høvdu eisini ein anna solist, og tað var okkara egni kórlimur Andrias Reinert, sum sang brot burturúr »Showboat« saman við Manskórinum og Árna Hansen upp á klaver. Skráin var henda:

A picture

15. desember 2010

Sungu vit í Müllers pakkhúsi kl 17:00, og orsøkin var at Óli Jacobsen legði bókina »Petur Alberg - Maðurin, sum gav okkum lagið til tjóðsangin« fram í Müllers Pakhúsi. Samstundis var tað eitt 125 ára minningarhald fyri Peter Alberg og sagt bleiv frá ymiskum. Vit sungu » Eg elski teg land« og sjálvandi tjóðsangin, soleiðis sum hann eigur at vera, og onkran annan sang. Sangarin Peter H. Niclasen framførdi einar tveir sangir hjá Peter Alberg, meðan Bjarni Restorff spældi upp á klaver.

15. desember 2010

Eftir sangin í Müllers Pakhúsi fóru vit oman á Hotel Hafnia at syngja víðari. Vit sungu tá fyri pensionistafelagnum, sum fekk ein betri bita nú tað stundaði móti jólum, og fyri teimum sungu vit onkran av teim somu sangunum, sum vit sungu í Müller Pakhúsi, umframt nakrar jólasangir og »Eg minnist úr gomlum søgum«. Formaðurin í pensionistafelagnum, Finnur Johansen, takkaði fyri.

18. desember 2010 kl. 14.00

Tann 18. desember vóru vit við á Jólamatinéini, sum Konsertfelagið plagar at skipa fyri. Rættiliga fitt av fólki plagar at vitja. Á konsertini sang Andrias Reinert solo, meðan Árni Hansen spældi upp á klaver. Skráin var henda:

A picture

24. desember 2010 kl. 14.00

Jólahald á Lágargarði. Heimasíðan hjá Lágargarði skrivar: "Jólaaftanshaldið byrjaði sera há¡tíðarliga við guðstænastu fyri húsfólk, avvarðandi og starvsfólk. Yvir 100 fólk vóru savnað, har Uni Næs, dómpróstur, prædikaði og Tórshavnar Manskór sang so yndisliga fyri okkum. Tað hava teir gjørt øll 24 árini, húsið hevur verið opið, teir høvdu tveir solistar við, Berghild Poulsen og Andrias Reinert, og gjørdi tað løtuna ikki minni góða. Býráðsformaðurin bar eisini eina heilsu fram."

 

end faq

Joomla Templates: from JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube