• PDF

Tiltøk 1996 til 2000

Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2013, tíverri mangla nógv tiltøk!

Tiltøk í 1996

25. mai 1996

høvdu vit 10 ára jubileumskonsert á Norðurlandahúsinum. Konsertin varð skipað soleiðis at í fyrra helvt bert vóru nýggir sangir, sum ongantíð fyrr vóru sungnir. Tað vóru sangir sum komu inn áðrenn fyrsta januar 1996 til eina sangkapping, sum vit høvdu útskrivað um heystið 1995. Sangirnir, sum komu inn, vóru 12 í tali og til hesa konsertina sungu vit allar sangirnar, sum eingin áhoyrari kendi frammanundan. Meningin var so at publikum við sínum atgongumerki kundi atkvøða fyri tí besta, næstbesta og triðbesta sanginum, meðan eitt dómarapanel við Bjarna Berg, Jákup Magnussen, Ova Olsen og Zacharias Sørensen funnu út av hvørjir sangir teir hildu vóru nr. 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11 og 12. Atkvøðurnar hjá dómarunum og atkvøðurnar hjá publikum blivu í steðginum latnar inn, og so fór autoriseraði revisorurin Jógvan Amonsson undir at telja saman, soleiðis at vit kundu finna ein vinnara, í meðan framførdu vit seinnu helvt av konsertini. Inn í millum sangirnar í seinnu helvt av konsertini, millum annað reklamusangin »A, B mjólk gevur javnvág« hjá Martin Joensen, skemtaði Kári Mouritsen. Úrslitið av kappingini gjørdist: 1) »Argos« hjá Tróndi Bogason Hansen, 2) »Máldrykkjan endað« hjá Paula í Sandagerði og Regin Dahl, 3) »Tvær Yrkingar« hjá Leif Hansen og Jónfinn Jacobsen.

29. juni til 7. juli 1996

Frá 29. juni til 7. juli 1996 vóru vit á ferð í Hetlandi, har vit høvdu fleiri konsertir bæði á meginlandinum og á útoyggjunum.

Myndirnar frá ferðini 29. juni til 7 juli 1996 kunnu síggjast her:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

17. august 1996

17. august 1996 sungu vit í Grønlendingahúsinum (Igloin hjá Kára Thomsen), - nakrir fáir mans og Gunhild. Vit vórðu bidnir av Lisbeth Petersen, býráðsformanni, í samband við onkra vitjan Tórshavnar kommuna hevði úr Grønlandi og norðurlondum. Vit sungu nakrar norðurlendskar sangir.

14. september 1996

14. september 1996 sungu vit til 50 árahaldið fyri fólkaatkvøðuna 14. september 1946. Tað var óalmindiliga gott veður tann leygardagin á Vaglinum. Har vóru røður, rockur, vit og felagssangur.

6. oktober 1996

6. oktober 1996 ljóðaði sera væl sjálvt um tað gekk illa at trena saman við symfoniorkesturspælarunum til generalprøvan og serliga áðrenn.

2. desember 1996

2. desember 1996 sungu vit til jarðarferðina hjá Torgerð Rasmussen dóttir Suna Rasmussen, sum syngur við í Manskórinum. Vit sungu einar tveir sangir. Eg minnist ikki úr hvørjari kirkju hon fór.

7. desember 1996

7. desember 1996 høvdu vit konsert í kirkjuni í Vík. Hon var sera góð at syngja í, men tað var sera kalt. Kondensurin dreiv niður eftir múrinum.

15. desember 1996

15. desember 1996 sunnudagin, dagin eftir at okkara »fan« Frants Restorff doyði, høvdu vit eina góða konsert uppi í klingruni í Norðurlandahúsinum. Har var fitt av fólki. SVF tók upp, men kvaliteturin var sera vánaligur. Við á konsertini luttók eisini orkestrið »Ad libitum« og Gunhild Andreasen.

19. desember 1996

19. desember 1996 ?

24. desember 1996

sungu vit til jólahald á Lágargarði. Allan Dalsgarð sang solo í Lovið Drotni, meðan nakrar smágentur sungu Eitt barn er føtt í Bethlehem samn við okkum.

26. desember 1996

26. desember 1996 sungu vit annan jóladag til guðstænastu úti í Vesturkirkjuni. Vit sungu Panis Angelicus og Lovið Drotni. Solistur var Allan Dalsgarð.

 

Tiltøk í 1997

15. februar 1997

15. februar 1997 sungu nakrir fáir mans úr manskórinum til 120 ára minningarhald hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877, uppi í Listaskálanum. Vit sungu Hin meistarin mikli og Nornurnar, sum Tróndur B. Hansen setti saman til manskór.

17. februar 1997

17. februar 1997 sungu vit í Sjónleikarhúsinum til 120 ára haldið hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877. Tað var líkasum ein kombinerað konsert, upplestur, Sjónleikur og tílíkt.Vit sungu Nornurnar og Hin meistarin Mikli.

18. februar 1997

18. februar 1997 sungu vit í Sjónleikarhúsinum til 120 ára haldið hjá Johannu Mariu Skylv Hansen, sum varð fødd 17. februar 1877. Tað var líkasum ein kombinerað konsert, upplestur, Sjónleikur og tílíkt. Vit sungu Nornurnar og Hin meistarin Mikli.

?. mars 1997

?. mars 1997 sungu nakrir fáir mans úr manskórinum fyri David Oddsson íslendska forsetanum uppi á hotel Føroyum. Tað gekk væl.

26. februar 1997

?. februar 1997

26. apríl 1997

26. apríl 1997 var Manskórið inni á Toftum og tóku upp til ta fyrstu fløguna hjá okkum. Nakað væl áðrenn henda dagin høvdu vit roynt ymisk støð í Havnini og støð ymisa staðni í Føroyum fyri at vita hvussu akkustikkurin var, og akkustikkurin í Fríðrikskirkjuni á Nesi var tiltalandi. Har tóku vit sangirnar »Ódn«, »Vár við lýggjum vindi«, »ísland« (Þú alfvu vorrar yngsta land), »I østen stiger solen op«, »Hvile« og »Sum ígjøgnum sortar skýggja« upp. Kartni Fornagarð tók upp í Kirkjuni á Nesi, hann tók annars íalt eina 10 -12 sangir fyri okkum, har onkur ikki kundi brúkast.

27. apríl 1997

27. apríl 1997 høvdu vit konsert í Fríðrikskirkjuni í sambandi við, at vit høvdu gjørt upptøkur til fløguna hjá okkum í Fríðrikskirkjuni. Har vóru nógv fólk og lurtaðu henda sunnudag seinnapartin. Tað var líkasum okkara máti at siga toftafólki takk fyri lán av kirkjuni.

?. apríl 1997

?. apríl 1997 sungu vit fyrst uppi á Hotel Føroyum til eitt tiltak hjá Hanus Joensen, - eitt norðurlendskt leiðaraskeið . Tað gekk væl. Síðan fóru vit oman til Jákup á Kamarinum at syngja fyri honum. Hann hevði silvurbrúdleyp. Tað gekk eisini væl, tey eru so saman enn.

1. august 1997

sungu vit fyri Krónprins Frederik uppi á í Klubbanum. Vit sungu tá kaffe bleiv serverað, og vit sungu My Evaline og sjálvandi »I østen stiger solen op« meðan sangarindan Gunhild Andreasen og klaverspælarin Bjarni Restorff framførdu »In the Winther«. Vit vóru bert 15 mans, ið sungu, og ein dama.

16. til 23. oktober 1997

16. til 23. oktober 1997 vóru vit á ferð í øllum trimum Baltisku londunum. Har var sera kalt, eftir okkara tykki, men vit yvirlivdu við at syngja nær um hvønn dag.

Myndir frá ferðini kunnu síggjast her:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

24. desember 1997

sungu vit til jólahald á Lágargarði.

 

Tiltøk í 1998

5. oktober 1998

5. oktober hildu vit ársaðalfund. Í nevndina komu Jørgin Pauli Johannessen, Christian Kruse, Jákup Reinert Hansen og Cristian Reinert Petersen bleiv afturvaldur sum eykalimur. Á nevndarfundi 17. oktober skipaði nevndi seg við Jørgin Paula Johannessen sum forðmann, Christian Kruse sum 2. forðmann, Jákup Reinert Hansen sum skrivara og Christian Reinert Petersen sum eykamann.

7. november 1998

7. november sungu einir 12 mans á torginum í SMS saman við Regin Jacobsen á harmoniku. Vit sungu sjómansvísir. Tiltakið var í grundini eitt B36 tiltak, sum Birgar Johannesen skipaði fyri.

9. desember 1998

9. desember høvdu vit konsert uppi í Norðurlandahúsinum saman við bólkinum »Ad libitum« og kórinum Glymur. Umleið 180 áhoyrarar vóru til konsertina.

12. desember 1998

12. desember høvdu vit veitslu saman við damunum í hølunum hjá Odd Fellow Loguni á Grønlandsvegni 58.

24. desember 1998

24. desember luttóku vit í jólaguðstænastuni á lágargarði, sum vanligt.

 

Tiltøk í 1999

10. januar 1999

10. januar 1999 var nýggjárskonsertin saman við Føroya Symfoniorkestur. Hildnar vóru tvær konsertir fyri fullum húsum.

18. januar 1999

18. januar 1999 var nevndarfundur. Á fundinum kom Christian við tí uppskoti at fara konsertferð kring Føroyar: Til Hest, til Húsar, til Suðuroy og til Miðvágs.

27. februar 1999

27. februar 1999 gjørdi vit bandupptøkur av »Argos« í Norðurlandahúsinum. Jóhannus á Rógvu tók upp.

11. apríl 1999

Sunnudagin 11. apríl 1999 høvdu vit so okkara fyrstu konsert í Miðvágs kirkju og eisini seinni um dagin í Vestmanna skúla. Uppmøting var góð vesturi í Miðvági, men knapt so góð í Vestmanna.

25. apríl 1999

Sunnudagin 25. apríl 1999 høvdu vit eina kirkjukonsert á Húsum. Vit fóru um morgunin yvirum Lorvíksfjørð til Klaksvíkar og síðani við báti til Kunoyar. á Húsum var nógv fólk komið saman at lurta. Av tí at tað tann dagin eisini var flaggdagur, so gekk leiðin til Mikladals fyri at luttaka í Flaggdagshaldinum, sum skótarnir skipaðu fyri.

25. apríl 1999

Sunnudagin 25. apríl 1999 seinni um dagin áðrenn vit fóru til Havnar aftur skipaðu vit fyri eini konsert í Ósaskúlanum, og nøkur fá fólk høvdu leita sær niðan í skúlan at lurta eftir okkum. Síðani gekk leiðin aftur til Havnar.

8. mai 1999

Leygardagin 8. mai 1999 fóru vit, sum liður í konsertferðini hjá okkum, til Hest har vit høvdu eina kirkjukonsert. Vit blivu væl móttikir av Hestfólki og vit hugnaðu okkum óført. Nógv fólk var komið fyri at lurta eftir okkum.

23. mai 1999

Hvítusunnudagin 23. mai 1999 fóru vit Skúvoy at hava eina kirkjukonsert. Vit høvdu leiga sluppina Norðlýsið at sigla okkum til Skúvoyar. Um morgunin tá vit fóru var veðrið av tí besta, men nakað av vindi var. Komnir til suður áraka Húsavík og Dal, spurdi Birgir Enni um vit ikki skuldi fara inn har at syngja í staðin, tí veðri var ikki av tí besta longur. Eg helt at tað kundi hann sagt dagin fyri, tá hann visti hvussu veðrið fóra at verða, so vit søgdu »nei« tí fólk í Skúvoy høvdu gjørt klárt at taka ímóti okkum. Eftir mikið stríð komu vit til Skúvoyar, - onkur var gjøgnumbloyttur av havaldunum, og onkur annar hevði næstan spý garnarnar úr sær - so skuldu vit uppá land. Tað var ikki bara at siga tað, tí sluppin kundi ikki leggja at tí tað breyt upp um báða molarnar, og suðið í sjóðnum tømdi bátahylin. Men á land skuldu vit í hvussu so er, so Mourits Mohr og onkur annar blivu maskinmeistarar á gummibátunum hjá Norðlýsinum, og teir riðu síðani á aldunum innum brimgarðarnar, har staðkend fólk løgdu lag á og tóku í móti okkum á kaiini. Men vit komu so í øllum góðum í land har vit sungu fyri bygdarfólkinum í kirkjuni, øll í oynni vóru møtt. Eftir tað blivu vit bjóðaði inn til kaffi, te, breyð, kakur og ymiskt annað. Makar og børn vóru við, so tey hava havt ein túr, tey neyvan gloyma!

24. juni 1999

Hósdagin 24. juni 1999, mitt um dagin, sungu nakrir okkara uppi í trý-aranum í SMS, orsøkin var tann at onnur fløgan hjá okkum »Vit eru føroyingar«, kom á marknaðin, og tað var trý-arin sum gav fløguna út.

?. ? 1999

?. ? 1999 sungu vit á eystaru bryggju til eitt tiltak, sum Kiwanis felagsskapurin skipaði fyri.

6. november 1999

sungu vit í samband við ein rundan føðingardag - eg haldi, at tað var Árni Nicolajsen, ið fylti hálvtrýss. Har var stúgvandi fult av fólki úti við Landavegin.

12. desember 1999

Sungu vit til konsert í Eiðis Kirkju. Solistur á hesi konsertini hjá manskórinum var Ólavur Jøkladal, sum sang solo í Landkjending av Grieg og »Hitt hvíta liðið« eisini eftir Grieg við orðunum hjá Janus Djurhuus. Einir 120 áhoyrarar vóru komnir at lurta. Janus Trúgvason sang solo í »Jeg vil mig Herren Love«.

18. desember 1999

sungu vit til konsert í Kommunuskúlaauluni saman við sangarinduni Berghild Poulsen og klaverspælaranum Árna Hansen. Kaffi og jólabollar blivu seldir. Eini 42 fólk høvdu leitað sær niðan í Kommunuskúlaauluna at lurta. Aftaná konsertina fóru vit niðan í Mimir at syngja nakrar sangir, har teir vóru blíðir og bjóðaðu okkum eina øl og ein ordiligan snaps, meðan vit býttu jólabollarnar, ið lupu av frá konsertini, út til niðurundirkomnar sálir.

24. desember 1999

sungu vit til jólahald á Lágargarði.

 

Tiltøk í 2000

1. januar 2000

sungu vit­ í Havnar Kirkju til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Tiltakið byrjaði henda dagin og vardi árið út. Frelsunarherurin, Adventistarnir, ja snøgt sagt allir teir ymsu trúarbólkarnir í landinum gingu skrúðgongu inn í kór, har teirra umboð segði nøkur góð orð. Vit sungu sum ikki einaferð »Jeg vil mig Herren Love«, og Janus Trúgvason sang solo. Vit sungu eisini »Boðar tú..«. Sangirnir gingu væl, og SVF og ÚF tóku upp og sendu beinleiðis.

29. januar 2000

sungu vit til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Hesuferð var tað Erling Poulsen, sum helt fyrilestur um »mangt er millum himmal og jørð«. Kórið sang nakrar sangir áðrenn og aftaná fyrilesturin. Einir 16 áhoyrarar váru og lurtaðu. Tiltakið var í Listaskálanum.

26. februar 2000

sungu vit í SMS har nakað væl av fólki var komið at lurta, serliga vóru tað ung sum lurtaðu.

?. mai 2000

?. mai 2000 sungu fyri teim brekaðu uppi í Norðurlandahúsinum. MBF hevði júst havt eina melodikapping, og júst henda dagin skuldu teir sum skipaðu fyri kappingini kunngera, hvør gjørdist vinnari av sangkappingini. Heri Kragesteen okkara trúgvi sangari ætlaði sær at vinna, - men!

14. apríl 2000

Fríggjadagin 14. apríl 2000 fóru vit til Suðuroy at feira 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. 15. apríl sungu vit fyri teim gomlu á Tvøroyrar Ellisheimi, og síðan fóru vit til gamla skúlan á Tvøroyri, har Elsa Funding greiddi frá einum fyrilestri hjá Axel Tórgarð um Peter Dass. Vit vóru bert 23 sangarar, men tað gekk væl. Um kvøldið skipaðu vit fyri einari konsert í Vágs kirkju har 60 áhoyrarar vóru møttir. Á konsertini sang Peter H. Niclasen tveir sangir meðan Árni Hansen spældi upp á klaver. Høgni Højgaard sang ein sang burtur úr Glunterna meðan Bjarni Restorff spældi klaver, og forrestin sang Høgni eisini solo í »Jeg vil mig Herren Love«. Vit gistu á Hotel Øravík, og har var alt sum tað skuldi vera. Vit fóru heim aftur sunnudagin 16. apríl.

30. apríl 2000

sungu vit í Hesti til 1000 ára haldið hjá føroysku fólkakirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Veðrið henda dagin var av tí allar besta, og blíðskapurin var eisini av tí allar besta. Tann einasti, sum var í føroyskum klæðum var Torleif Samuelsen, sum forrestin eitur tað sama sum abbi mín. Abbi hansara Andrass Samuelsen og langabbi mín Frants Restorff vóru vinmenn.

10. mai 2000

sungu vit í Listaskálanum til ein fyrilestur hjá Ingu Dam um »Ta føroysku Kirkjuna« og loysing. Tað var í samband við 1000 ára haldið hjá tí føroysku kirkjuni, sum Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Eitt sindur av fólki var komið saman at lurta, og tað ljóðaði vist hampuligt.

10. mai 2000

sungu vit í høllini á NABB, har ein »grannastevna« var. Pauli Jacobsen skipaði fyri. Tiltakið var fyri harmonikuspælarar burtur av, men vit skuldu vera við saman við Óla Johannesen og Juul úr Leirvík, har vit sungu einar 5 sangir. 1) Skútur brátt stevna.. 2) Rosa på ball 3) Eg minnist úr gomlum søgum 4) ein annan av Evert Taube og 5) Klara stjärna. Fleiri hildu, at tað ljóðaði væl.

13. mai 2000

Skipaðu vit, tað er manskórið og damurnar hjá teimum, fyri einum dansikvøldi í Sjónleikarhúsinum í Havn. Vit høvdu fingið JuliannuBoys at spæla. Billettin kostaði 100,- kr., og keypast kundi piss-øl, breyð og sodavatn í langum banum. Tiltakið gav einar 10.000,- kr.

1. juni 2000

sungu vit nakrar sangir í samband við kórstevnuna. Um hetta mundið kom Karlakór Keflavík á vitjan og luttóku teir eisini á kórstevnuni, sum gestakór. Vit sungur somuleiðis íslendskar sangir saman við teimum.

2. juni 2000

sungu vit til konsert saman við Karlakór Keflavíkur í Kommunuskúlaauluni, teir sungu einar 17 sangir út í eitt við klaverfylgispæli, vit sungu einar tveir sjálvir, og einar tveir saman vit teimum. Teir deildu vimplar og flaggstengur út til høgru og vinstru, men ov seint varnaðust teir, at tann íslendski konsulin Poul Mohr var til staðar, so hann fekk bara ein vimpul tí eingin flaggstong var eftir. Um 150 fólk lurtaðu. Eftir konsertina bjóðaði Heðin Mortensen vegna Havnar Klubba øllum luttakarunum oman í Havnar Klubba til ein einkultan snaps (2cl.) og onga øl.

9. juni 2000

sungu vit umborð á einum svenskum skipi, einum framsýningarskipi, sum vísti fram gamlar norðurlendskar bátar og annað. Vit sungu nakrar sjómannssangir - teir, vit hava upp á lagur - og Stein Fossá og Kjartan Mohr spældu upp á guitar.

10. juni 2000

Drotningin vitjaði Føroyar um tað mundið í sambandi við 1000 ára haldið fyri kristindómin í Føroyum. Poul Jákup Thomsen skipaði fyri. Í tí sambandi skuldi ein ellla onnur Bíblia handast onkrastaðni í Havn. Fyrst skuldu vit syngja í Havnar kirkju, síðani í Listaskálanum fyri Drotningini, - men tað bleiv so sungið leygarmorgun kl. 11 fyri ymsum geistligum persónum í Listaskálanum, áðrenn tey fóru ein busstúr til Tjørnuvíkar. í Listaskálanum var danski kirkjumálaráðharrin og ein hópur av norðurlendskum prestum, biskuppum og viðheng. Í føroyskum klæðum sungu vit (fyri fyrstu ferð uttan mappu?), og tað gekk væl. Skráin var henda:

14. juni 2000

sungu vit í sjónleikarhúsinum til ein ella annan nátturða fyri biologum úr flest øllum europeiskum londum. Teir høvdu ráðstevnu í Havn. Vit vóru bert fáir mans , men tað gekk hampuliga væl. Skráin var henda:

18. juni 2000

høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum, áðrenn vit fóru til Eysturríki. Har var nærum fullsett í Norðurlandahúsinum, um 300 fólk, men tá avtornaði fingu vit bert avrokning fyri umleið 100 fólk - tað var eitt sindur snópisligt! Fólk lótu annars væl at konsertini, sum vardi einar tveir tímar og tíggju minuttir við pausu. Við á konsertini vóru millum annað Juul úr Lorvík og Óli úr Fuglafirði, sum báðir spældu harmoniku. Vit framførdu annars vetrarkæti fyri fyrstu ferð Skráin var henda:

24. juni 2000

høvdu vit, sum fyrireiking til túrin til Eysturríki, eina konsert í Kambsdali. Vit vóru, sum ikki einaferð, í føroyskum klæðum, meðan vit millum annað sungu vetrarkæti við paukum og øllum, sum hoyrir til. Skráin var henda:

1. juli 2000

sungu vit til eina stóra gallaveitslu upp í Badmintonhøllini. Tað var Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevði trýss ára hald, og eisini var tað stjóraskifti. Vit sungu allir í føroyskum klæðum í einar tjúgu minuttir ella so, og eftir tað vóru fyriskipararnir blíðir og týðir. Skráin var henda:

9. juli 2000

vóru vit gestir hjá Søllinge Mandskor (blíð og týð og privat gisting), har vit høvdu eina heila konsert í Nr. Lyndelse Kirke. Konsertin var sera lang yvir ein tíma út í eitt, men tað var ein góður generalprøvi áðrenn vit skuldu av stað til Linz í Oberösterreich. Kirkjan var stúgvandi full av áhoyrarum. Finni eg skránna skal eg seta hana her!

12. juli 2000

sungu vit til kapping nr. Q14 (Q stendur fyri Qualification) í Ursulinenhof í Linz. Vit sungu »Vit eru Føroyingar« (Úlvur við Høgadalsá og Peter H. Niclasen sungu solo), »Jeg vil mig Herren Love« (Magnus Hansen sang solo), »Orðini« og »Landkjending« har Úlvur við Høgadalsá sang solo. Vit fingu Silber9 við 19,05 stigum av 30 møguligun stigum og soleiðis sungu vit okkum víðari í kappingini, - vit løgdu »immervech« 2/3 av øllum teim luttakandi kórunum í okkara bólki afturum.

12. juli 2000

sungu vit til konsert í einum gomlum Benadiktinarakleystri í bygdini Lambach (ikki júst tað sama, sum ein føroysk bygd). Vit høvdu konsertina saman við Männerchor »Harmonie« Erkner 1884 e.V. úr Týsklandi. Konsertin var lang, umframt at Mads A. Winther og vit, vístu teimum føroyskan dans og banda dans. Jákup Reinert Hansen var frásøgumaður, júst sum hann var bæði í Havn og Nr. Lyndelse. Finni eg skránna so skal eg seta hana inn her!

14. juli 2000

sungu vit til eina kapping í Eysturríki. Kappingin hevði nr. W14 og var í Ursulinenhof í Linz. Sangirnir, sum vit høvdu valt vóru hesir: Vit eru Føroyingar (Kvæði fremsta framtakskappa landsins) Peter H. Niclasen og Úlvur við Høgadalsá sungu solo. »Jeg vil mig Herren Love«, har Magnus Hansen sang solo. »Landkjending« av Edv. Grieg, har Úlvur við Høgadalsá sang solo og til síðst »Regin Smiður« har Heri Kragesteen sang solo. Vit fingu Silber við 65,88 stigum av 100 møguligun stigum, men hesaferð løgdu vit bert 1/3 av øllum kórunum afturum okkum!!

Myndirnar frá ferðini 7. til 17. juli til Eysturríkis kunnu síggjast her:

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

28. juli 2000

28. juli 2000 sungu vit Ólavsøkumorgun í Havnar kirkju til guðstænastuna. Allir menninir sum kundu, vóru við. Vit høvdu øvað allar felagssangirnar saman við Oddvør Johansen. Sjálvir sungu vit teir báðar góðu sangirnir hjá okkum »Jeg vil mig...« (Magnus Hansen) og »Boðar tú til...«. Teir gingu heilt væl í føroyskum klæðum. Har var rættiliga heitt í kirkjuni, so sveittin dreiv av okkum. úr kirkjuni fóru fleiri av monnunum niðan á tinghúsvøllin at syngja viðari í ólavsøkukórinum, sum Ólavur Hátun og Sunleif Rasmussen áttu. SVF og ÚF tóku upp, teir sendu eisini beinleiðis.

27. august 2000

sungu vit í Vesturkirkjuni á 25 ára haldi teirra. Allir menninir, sum kundu vera við vóru við. Vit sungu Heilig, Heilig, Heilig ella »Zum Sanctus« av Fr. Schubert og »Boðar tú til allar tjóðir« av J. Patursson og Johan Schop, síðstnevndi sangur gerst bert vakrari og vakrari. Vit vóru pent ílætnir. Aftaná tiltakið fingu vit kirkjukaffi uttan nakað í.

6. november 2000

Sungu vit í Kirkjubøar Kirkju. Løgtingsskrivstovan við Ernst Olsen hevði biðið okkum um at syngja fyri nøkrum gestum teir høvdu í samband við at Útnorðurráðið hevði fund í Havn. Teir lótu væl at. Vit vóru: Fyrsti tenor: Mouritz Mohr, Birgir Krossteig, Mikkjal Mikkelsen. Annar tenor: Høgni Højgaard, Viggo A. Hansen, Jørgin P. Johannessen, Áki Davidsen. Fysti bass: Johan R. Jacobsen, Ole Jensen, Suni Rasmussen, Kenneth Samuelsen. Annar bass: Heðin Johannesen, Christian Andreasen, Andrias Reinert, Úlvur við Høgadalsá Mads A. Winther og Bjarni Restorff. Vit sungu sangirnar Sangerhilsen, Jeg vil mig Herren love (Høgni Højgaard sang solo), Føroyar mítt land og Poor Man Lazarus har Andrias Reinert eigur soloina.

9. desember 2000

9. desember 2000 sungu vit í Norðurlandahúsinum, og høvið var at Christian Matras varð heiraður. Vit vóru bidnir at syngja og vit sungu eftir ynski frá Maud »Upp alt, ið Harrin hevur gjørt«, so hann bleiv gjørdur fyri manskór til høvið, umframt hann sungu vit »Orðini« hjá Róa Patursson og »Eg fann teg í kvæðum«. Tey strangu boðini um búnan vóru: svartar skógvar, hosur, og buksur, hvíta skjúrtu og firvald (butterfly)!

10. desember 2000

10. desember 2000 kl. 20:00 vóru vit við á einari jólakonsert í Vesturkirkjuni. Vit høvdu fingið somu strangu boð um búnar: svartar skógvar, hosur, og buksur, hvíta skjúrtu og firvald (butterfly). Við á konsertini var eitt dreingjakór úr Kommunuskúlanum, sum sang melodiin til sangin »Vit rætta várar hendur«, sum Hans Jørgensen hevði umyrkt eftir Rimestad, - sangurin klingaði sera væl. Umframt sungu vit »Eitt barn er føtt í Betlehem« saman við dreingakórinum, og eisini »Orðini«, »Stemning« og »Panis Angelicus«.

14. desember 2000

Hóskvøldið 14. desember 2000 kl. 19:30 sungu 12 mans til eitt jólahald, sum Landsbankin hevði í Listaskálanum. Av tí at vit ikki vóru so nógvir so sang ein kvaret Tell me why, meðan allir hinir sluppu at syngja við uppá »Sangerhilsen«, »Jeg har så græsselig ondt i min mave«, »Gleðilg jól« og kanska onkran annan.

16. desember 2000

Leygardagin 16. desember 2000 høvdu vit eina konsert í kommunuskúlaauluni. Vit vóru ikki einsamallir, tí vit høvdu konsertina saman við einum Gentukóri, Tórshavnar Kamarkóri og einum Dreingjakóri, og seinni um kvøldi høvdu vit jólaveitslu í Hornahúsinum? Kekka líka!

16. desember 2000

16. desember 2000 høvdu vit manskórsveitslu í Hornahúsinum, og sjálvandi við makað. Veitslunevndin hevur gjørt alt klárt til eitt megnar kvøld, og vit undirhildu okkum sjálvum, og tað riggaði sera væl.

24. desember 2000

24. desember var jólahald á Lágargarði, og sum vant vóru vit við. Vit møttust kl 12:45 í kapellinum á Lágargarði fyri at hita upp til Guðtænastuna kl 13:30, og aftaná sungu vit nakrar sangir.

 

end faq

Joomla Templates: by JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube