• PDF

Tiltøk 1987 til 1990

Her skal standa eitt yvirlit yvir farin tiltøk frá 1987 til 2013, tíverri mangla nógv tiltøk!

Tiltøk í 1987

22. mars 1987

22. mars 1987 sungu vit fyri fyrstu ferð alment. Vit vóru farnir undir at øva síðst í­ 1986 (november), og her bleiv so tann fyrsta almenna framførslan hjá Tórshavnar Manskóri á konsert hjá G.H.M. í Norðurlandahúsinum 22. mars 1987, og vikuna eftir skuldu vit so hava okkara fyrstu konsert einsammallir. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.

Aftara rað: Kári av Reyni, Sámal Johannesen, Eyðun av Reyni, Birgir Krossteig, Egon Hansen, Per Jacobsen, Ólavur Dalsgarð, Niels Thomsen, Helgi í Brekkunum, Úlvur við Høgadalsá og Andreas Reinert.
Fremra rað: Óla Hans Olsen, Jákup Lamhauge, Heri Jacobsen, Harry Davidsen, Viggo A. Hansen, Jóannes Dalsgarð, Jonhard Dahl-Jacobsen, Torleif Samuelsen, Kári D. Petersen og Eyvind A. Hansen.
Kórleiðari: Bjarni Restorff

28. mars 1987

Leygarkvøldið 28. mars 1987 kl. 19:30, hevði Tórshavnar Manskór so sí­na fyrstu konsert einsammallir í Kommunuskúlaauluni, og tann ovara myndin frá 22. mars 1987 bleiv brúkt til eina plakat, sum bleiv hongd upp ymsastaðni í býnum. Plakatina og myndina hevði okkara »fan« Frants Restorff gjørt. Konsertskráin fyri fyrstu konsertina sæst her:

A picture

17. mai 1987

17. mai 1987 høvdu vit konsert saman við Vágakórinum í skálanum í skúlanum á Giljanesi.

28. mai 1987

28. mai 1987 vóru vit á kórstevnu, sum bleiv hildin í Norðurlandahúsinum. Har luttóku vit seinni um dagin á kórstevnukonsertini sum bleiv tikin upp av Útvarp Føroya og tikin uppá band av Sjónvarp Føroya.

14. august 1987

14. august 1987 um morgunin sungu vit í havanum hjá Eivind Akraberg Hansen og Amandu Hansen, ið tann dagin høvdu gullbrúlleyp, og sjálvandi blivu vit bodnir inn til ein kaffimunn.

19. desember 1987

19. desember 1987 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum saman við Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði, sum Marit Mordal stjórnaði. Konsertina tók Útvarp Føroya upp á band, og Ove Olsen sendi hana tann 25. desember í ÚF.

??. desember 1987

??. desember 1987 tóku vit, eftir áheitan frá Sjónvarp Føroya og Zacharias Hammer, nakrar vanligar sangir og nakrar jólasangir upp í Havnar Bio. Petur Birgir Petersen spældi klaver ella rættari sagt keyboard. Tað skuldi síggja út, sum vit sungu í einari grottu. Sendingin bleiv sjálvandi send í SVF.

24. desember 1987

24. desember 1987 sungu vit fyri fyrstu ferð til eina jólaguðstænastu/jólahald uppi á Lágargarði. Tað var Marjun Smith, sum heitti á okkum um at koma at syngja, og tað gjørdu vit fegnir. Jólahaldið var kl. 14:00 jólaaftan.

 

Tiltøk í 1988

24. mars 1988

24. mars 1988 høvdu vit konsert saman við G.H.M. í antin Norðurlandahúsinum ella í Eysturskúlanum.

8. mai 1988

8. mai 1988 sungu vit á 70- áradegnum hjá Eivind A. Hansen.

14. mai 1988

14. mai 1988 sungu vit á kórstevnuni, sum tað vikuskiftið bleiv hildin í Fuglafirði. Henda dagin høvdu vit konsert í fimleikarhøllini í skúlanum. Konsertina tók Útvarp Føroya upp á band.

24. mai 1988

24. mai 1988 sungu vit á Velbastað, tá Ólavur Dalsgarð fylti 50.

26. mai 1988

26. mai 1988 høvdu vit eina konsert saman við Tórshavnar Kamarkóri í Kommunuskúlaaulini. Leiðari hjá Kamarkórinum var Ólavur Jøkladal.

29. mai 1988

29. mai 1988 høvdu vit konsert í Norðurlandahúsinum saman við einum norskum symfoniorkestri, sum vitjaði her, og sjálvandi sungu vit saman við teimum.

27. november 1988

27. november 1988 høvdu vit konsert saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók alla konsertina upp á band.

?. desember 1988

?. desember 1988 høvdu vit jólakonsert saman við G.H.M og Havnar Hornorkestri í Vesturkirkjuni.

24. desember 1988

24. desember 1988 vóru vit við í jólahaldinum uppi á Lágargarði.

 

Tiltøk í 1989

25. februar 1989

25. februar 1989 sungu vit á hjúnarbandsdegnum hjá Magnus Hansen og Poulu Sørensen í Havnar kirkju

16. apríl 1989

16. apríl 1989 sungu vit á konsert saman við G.H.M. í Eysturskúlanum.

4. mai 1989

4. mai 1989 sungu vit til eina kórstevnukonsert í Vági. Alt vikuskiftið var kórstevna í skúlanum í Vági við einum gestadirigenti. Útvarp Føroya tók allar konsertirnar upp á band.

29. mai 1989

29. mai 1989 Tóku vit upp í gomlu Katolikkakirkjuni bara fyri at prøva. Vit høvdu fingið L.T. - Studio við Herluf Sørensen og Hans Andor Johannesen at taka upp á band, og tað gekk vist hampuligt. Bondini eru enn til.

19. november 1989

19. november 1989 var eitt tiltak sum eg ikki minnist hvat tað var.

Her er ein mynd av Tórshavnar Manskóri frá 1989. Hon er úr Kommunuskúlaauluni, og tað sær út at vera ein konsert, sum kanska kundi verið tann 19. november!?

Aftara rað: Sámal Johannesen, Kristian Holm Jacobsen, Kári av Reyni, Magnus Hansen, Eyðun av Reyni, Jákup Lamhauge, Árni av Reyni, Johan Restorff Jacobsen, Heri Kragesteen, Jákup Dahl-Olsen, Helgi Debess, Suni Rasmussen, Brynjálvur Mikkelsen, Kári D. Petersen, Heðin Johannesen, Úlvur við Høgadalsá og Torleif Samuelsen.
Fremra rað: Viggo A. Hansen, Palli Hansen, Óla Hans Olsen, Peter Andreasen, Per Jacobsen, Trúgvi Hansen, Jóannes Dalsgarð, Christian Reinert Petersen, Stein Fossá, Jonhard Dahl-Jacobsen, Allan Vestergaard, Eyvind A. Hansen og Andrias Reinert.
Kórleiðari: Bjarni Restorff

30. november 1989

30. november 1989 høvdu vit konsert saman við Havnar Hornorkestri í klingruni í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band har í millum vóru sangirnir Last Supper, My Evaline og Joshua Fit de battle ob Jericho.

9. desember 1989

9. desember 1989 sungu vit til eina fimleikaframsýning sum var uppi á N.A.B.B. í samband við, at Havnar Fimleikafelag fylti 50 ár. Vit sungu meðan Grand Prix liðið hjá HF gjørdi tríggjar seriur, sum Beinta Danielsen hevði gjørt. Tað riggaði væl!

?. desember 1989

?. desember 1989 sungu vit til eina jólaløtu úti á hospitalinum fyri teimum evnaveiku.

24. desember 1989

24. desember 1989, jólaaftan, vóru vit við til jólahugna/jólaguðstænastu upp i á Lágargarði.

 

Tiltøk í 1990

15. januar 1990

15. januar 1990. Konsert í kommunuskúlaaulini saman við øðrum í sambandi við føðingardagin hjá William Heinesen. Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúli tók konsertina upp á video.

21. apríl 1990

21. apríl 1990. Upptøka til Sjónvarp Føroya »Kjørbreyt«, saman við Grand prix liðnum hjá Havnar Fimleikafelag.

21. apríl 1990

21. apríl 1990. Konsert í Norðurlandahúsinum. Tað eldra Grand prix liðið hjá havnar fimleikafelag luttók við nøkrum serium, sum Beinta Danielsen hevði gjørt til tveir sangir hjá okkum. Anni Kyster tók upp á video, og Gunnar tók konsertina upp á video.

27. apríl 1990

27. apríl 1990 sungu vit til jarðarferðina hjá Magna Magnussen­ í Vesturkirkjuni.

18. mai 1990

18. mai 1990 sungu til ballið í Føroysk-Bretsku Vikuni í batmintonhøllini.

7. juni 1990

7. juni 1990 sungu vit til eina ráðstevnu um handlæknafrøði, sum var í Norðurlandahúsinum. Grand prixliðið hjá Havnarfimleikafelag var við.

14. juli 1990

14. juli 1990 sungu vit á hjúnarbandsdegnum hjá Stein Fossá og Mortinu í Havnar Kirkju.

30. august 1990

30. august 1990 sungu vit í Norðurlandahúsinum í sambandi við móttøkuni av seyðabrævinum, sum tá kom »heimaftur« eftir at hava verið í útlegd í nógv ár.

30. august 1990

30. august 1990 høvdu vit konsert saman við Tórshavnar Kamarkóri og Gentukórinum hjá Paula í Sandagerði í Norðurlandahúsinum. Útvarp Føroya tók konsertina upp á band.

24. desember 1990

24. desember 1990 vóru vit til jólaløtuna, sum plagar at vera uppi á Lágargarði. Fyrst ein Guðstænasta við presti og organisti, síðani dansa børnini, sum eru við um jólatræið, og fáa ein jólapakka.

 

end faq

Joomla Template: by JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube