• PDF

Akureyri og Reykjavík 2016

Konsertferð til Akureyrar og Reykjavíkar 9. til 16. mai 2016

Reykjavík 2016

Í døgunum 9. til 16. mai var Tórshavnar Manskór fyrst á Akureyri og síðani til eina Norðurlendska Manskórsstevnu, sum varð hildin í Reykjavík í sambandi við at "Karlakórinn Fóstbræður" hevði hundrað ár á baki.

Stevnan er skipað soleiðis at øll kórini syngja eitt obligatoriskt programm, sum er givið frammanundan, og sum er øvað bæði væl og virðiliga. Sangirnir eru hesir: 1) Ar vas alda. Íslendskt tjóðlag. / Þórarinn Jónsson. 2) Olaf Trygvason. Bjørnstjerne Bjørnson. / F. A. Reissiger. 3) Uti vår hage. Folkvisa från Gotland. / Hugo Alfvén. 4) Jarðareygað. T. N. Djurhuus / Kári Bæk. 5) Á sprengisandi. Grímur Thomsen. / Sigvald Kaldalón. Arr. Einar Ralf. Og nr. 6) Finlandia hymnan. V. A. Koskienniemi. / Jean Sibelius.

Har vóru eisini nakrir sangir, sum vóru frívilligir at læra, og teir vóru hesir: 1) Gryningen vid havet. Sten Selander. / Hugo Alfvén. 2) Sortunut ääni. Kanteletar. / Jean Sibelius. 3) Tíminn líður, trúðu mér. Íslendskt tjóðlag. / Árni Harðarson. 4) Heyr, himna smiður. Kollbeinn Tumason. / Þorkell Sigurbjörnsson. 5) Die Nacht. F. A. Kummacher / Frantz Schubert. Og nr. 6) Lux Aurumque. Edward Esch - Charles Anthny Silvestri. / Eric Whitacre.

 

Í Reykjavík bleiv sungið í einari rættiliga stórari konserthøll "Elborg", sum er ein av konserthøllunum í Hørpuni. Henda høllin tekur um 1.700 áhoyrarar. Scenan var somuleiðis stór og Tórshavnar Manskóri fylti tí ikki serliga nógv uppi á scenuni. Men tað var eitt upplivilsi, at sleppa at hava konsert har, tí akkustikkurin var sera góður, tó at ventilatiónin larmaði eitt sindur undir báðum konsertunum, sum vit høvdu har í føroyskum búna: fyrst einsammallir síðani saman við hinum 1.000 monnunum )tó ikki í føroyskum búna). Hin konserthøllin, sum vit høvdu konsert í, var "Kaldalón", uppkallað eftir íslendska komponistinum Sigvaldi S. Kaldalón, hon tók um 200 áhoyrarar og hon var kanska betri egnað til okkum, men tað hevði verið ynskiligt at eingin gummimátta lá í konsertsalinum tá vit høvdu konsert. Harpan, við øllum sínum konserthøllum kostaði 1.200.000.000 danskar krónur at byggja, er rættiliga stór, sum tað sæðst á myndini i erva.

Dagbók fyri konsertferð til Akureyrar og Reykjavíkar 9. til 16. mai 2016

Mánadagur 9. mai.

Kl. 14:00 Av Havnini við Norrønu.

Vit fáa soviklivar og seingjaklæði umborð.

Vit skulu øva, tí vit skulu syngja fyri morgunmat umborð.

 

Týsdagur 10. mai.

Kl. 07:00 Morgunmatur umborð á Norrønu

Kl. 10:00 Vit koma til Seyðisfjarðar.

Kl. 11:00 Fráferð við bussum móti Akureyri. Tað eru umleið 290 km.

Kl. 13:00 Steðga í hálvan annan tíma við Dettifoss og eta matpakkar. Gongutúrurin tekur umleið 15 min.

Kl. 14:30 Steðga á damporkuverkinum Krafla, sum goysti í 1980'unum.

Kl. 16:30 Svimja í Leirboðin, sum er nakað líknandi sum Bláa Lónið.

Kl. 17:00 Vit steðgaðu eina løtu við Góðafossi, og eina góða løtu seinni við eitt stað, sum kallast "Dimmuborgir"

Kl. 17:30 Koyra móti Akureyri.

Kl. 19:00 Koma til Hotel Kea í miðbýnum í Akureyri.

Kl. 20.00 Døgurði til øll á Hotel Kea. Kórið bjóðar.

 

Mikudagur 11. mai.

Kl. 07:00 - 10:00 Morgunmatur á Hotel Kea

Kl. 09:00 Við bussi til Siglufjarðar, tey sum vilja verða eftir í Akureyri.

Kl. 14:00 Bussurin kemur aftur til Akureyrar úr Siglufirði.

Kl. 17:00 Koyra til Ýdala, har sum eini felagshús, leikhús, dansihøll, konserthøll, fimleikarhøll og barnaskúli í Aðaldala eru. Tað er nakað innanfyri Húsavík. Tórshavnar Manskór hevur konsert saman við Karllakórinn Hreimir.

Kl. 22:30 Bussarnir koyra okkum heimaftur eftir eina deiliga konsert saman við Hreimir og einari deiligari bóndasúpan. Vit eru við hús umleið kl. 23:30.

 

Hósdagur 12. mai.

Kl. 07:00 - 10:00 Morgunmatur á Hotel Kea.

Kl. 08:00   Koyra við bussi til Reykjavíkar. Tað eru umleið 380 km.

Kl. 11:30 - 12:30 Eta eina máltíð á veg til Reykjavíkar allarhelst í Staðaskálanum.

Kl. 15:00   Check-inn á Hotel Cabin í Reykjavík.

Kl. 15:30   Mouritsen Bussar koyrdi okkum inn í Hørpuba til móttøku.

Kl. 16:00 - 17:00 Móttøka í Hørpuni í sambandi Norðurlendska mankórsstevnu og Karllakórinn Fóstbræðir 100 Years Anniversary.

Kl. 17:00 - 19:00 Opin barr, framførslur og røður.

 

Fríggjadagur 13. mai.

Kl. 07:00 - 10:00 Morgunmatur á Hotel Cabin.

Kl. 10:00 - 11:00 Kunning til øll í ferðalagnum.

Kl. 11:45   Mouritsen Bussar koyrdu okkum inn í Hørpuna til ljóðroynd, vanlig klæðir.

Kl. 12:30 - 13:00 Tórshavnar Manskór skal venja í stóra konsertsalinum Eldborg í Hørpuni.

Kl. 13:15   Mouritsen Bussar koyrdu okkum frá Hørpuna heimaftur til Hotel Cabin.

Kl. 15:45   Mouritsen Bussar koyrdu okkum inn aftur í Hørpuna til konsert í føroyskum búna.

Kl. 16:00 - 19:00 Kvartettkapping í konsertsalinum Norðljós í Hørpuni.

Kl. 16:00 - 19:00 Konsertir við útlendskum kórum ymsastaðni í Hørpuni.

Kl. 16:30 - 17:30 Tórshavnar Manskór Hevur konsert í føroyskum búna í konsertsalinum "Kaldón" í Hørpuni. Ókeypis atgongd.

Kl. 18:00   Mouritsen Bussar koyrdu okkum frá Hørpuni heimaftur til Hotel Cabin.

Kl. 20:30 - 22:30 Konsertir við útvaldum kórum og loyniligum gestum í Eldborg.

 

Leygardagur 14. mai.

Kl. 07:00 - 10:00 Morgunmatur á Hotel Cabin.

Kl. 10:00 - 11:00 Sangararnar vóru í "Silfurberg", sum er ein høll í Hørpuni, har vit kundu skifta klæði, fáa vatn ella fáa informatión.

Kl. 11:45 Mouritsen Bussar koyrdi okku inn til HarpunaKórstevnan í føroyskum búna. konurnar blivu koyrdar seinni

Kl. 11:00 - 17:00 Kórstevnan. Hvørt kór syngur í ein hálvan tíma.

Kl. 12:30 - 13:00 Tórshavnar Manskór hevur konsert í tí stóra konsertsalinum Elborg í Hørpuni.

Kl. 18:00 - 19:30 Fagnaðarkonsert í tí stóra konsertsalinum Eldborg í Hørpuni. Allir túsund mans syngja saman.

Kl. 19:30 - 20:30 Móttøka hjá Mentamálaráðharran í Íslandi.

Kl. 20:30 - 01:00 Gallaveitsla við døgurða, framførslum og dansi í Hørpuni.

Kl. 22:00 Koyrdi Mouritsen Bussar heim aftur til Hotel Cabin.

 

Hvítusunnudagur 15. mai.

Kl. 07:00 - 10:00 Morgunmatur á Hotel Cabin.

Kl. 11:00 - 12:00 Guðstænasta í Hallgrímskirkjuni.

Kl. 15:00 - 16:00 Opið hús hjá hundrað ára gamla Karllakórinn Fóstbræður.

Frí!

 

Annar hvítusunnudagur 16. mai.

Kl. 07:00 - 10:00 Morgunmatur á Hotel Cabin.

Kl. 11:00 - 12:00 Bussurin koyrir einar tríggjar túrar frá Hotel Cabin út á flogvøllin í Reykjavík.

Kl. 14:00 - 15:30 Flúgva til Føroyar við Atlantic Airways RC 402.

Kl. 16:00 Við bussinum hjá Mogens Wraae til Havnar.

 

end faq

Við á ferðini til Akureyrar og Reykjavík vóru:

1. tenorar: Bent Tommy Linklett (Marianna Eysturoy), Dánial Pauli Davidsen, David á Brúnni, Egon Hansen (Katrina Hansen), Eyvind Emil Joensen (Erla Mikkelsen), Hans Pauli Joensen (Katrin Joensen), Helgi Nielsen (Eva Henriette Bennicke), Birgir Krossteig (Birita Krossteig), Jógvan Elias Winther Poulsen, Mouritz Mohr (Sølvá Vang), Peter H. Niclasen kom fríggjadagin, Suni Christiansen (Dorthe Pedersen), Poul Müller (Ella Sloan Müller).

2. tenorar: Áki Davidsen (Turið Joensen), Bárður í Baianstovu (Dania Danielsen), Jørgin Pauli Johannessen (Christina Johannessen við 2 børnum og bili) , Helgi Justinussen (Aimi G. Jusitinussen, kom týsdagin), Kjartan Mohr (Mona Mohr, kom fríggjadagin), Høgni Reistrup, Sveinur Tróndarsson (Annika Juul, kom fríggjadagin), Viggo A. Hansen.

1. bassar: Christian Kruse (Hjørdis Johansen), Jákup Wardum, Jón Kragesteen (Augusta Mikkelsen), Jónfinn Petursson, Kenneth Samuelsen (Halla Samuelsen), Martin Petersen (Marjun Petersen), Ole Jensen, Óli Jákup Tvørfoss (Heidi Tvørfoss), Stein Fossá (Mortina Fossá), Suni Rasmussen (Anna Maria Rasmussen). Sjúrður Johansen ( Irdi Debes, kom fríggjadain), Peter Østergaard (Bjørt Samuelsen)

2. bassar: Andrias Reinert (Tóra Reinert), Petur Petersen (Ingunn I. Petersen), Christian Andreasen (Nella Festirstein við bili), Kaj Kallsberg (Olga Kalsberg), Mads Andrias Winther, Jan Arge Jacobse (Anna Elisabeth Kass), Michael Jacobæus (Sólrun Marita Jacobæus), Rói Næs, Petur Nielsen (Erika Egholm), Sjúrður Norðbúð.

Umframt: Bjarni Restorff (Poula Johansen) og Kári Bæk, sum kom fríggjadagin saman við Irdi Debes, Peter H. Niclasen, Monu Mohr, Anniku Juul og Aimi G. Jusitinussen, sum longu kom týsdagin . 

Myndir frá ferðini til Akureyrar og Reykjavíkar

View this photo set on Flickr

Vil tú síggja myndirnar á Flickr, so trýst her!

Faldarin frá manskórsstevnuni í Hørpuni í Reykjavík 2016

Get Adobe Flash player

Joomla Template: by JoomlaShack
Myndir á Flickr
Elt onkran á Twitter
Musikkur á YouTube